Fuglfirðingar fáa nýggjan borgarstjóra

bannari
Fuglfirðingar fáa nýggjan borgarstjóra
Sonni á Horni tekur við eftir Sigurð Simonsen, sum hevur verið borgarstjóri seinastu 12 árini
Sonni á Horni verður nýggjur borgarstjóri í Fuglafirði.
 
16.11.2012 - 08:54
Sonni á Horni verður borgarstjóri í Fuglafirði næstu fýra árini. Listin hjá honum - listi D - fekk reinan meiriluta á kommunuvalinum mikudagin, men enn er ógreitt, um hann fer at stýra kommununi einsamallur.
 
- Vit hava havt fundir við hinar báðar listarnar, og skulu hittast aftur í dag, men enn er einki avgjørt, sigur Sonni á Horni. Hann fekk 102 persónligar atkvøður á valinum - 16 fleiri enn borgarstjórin í Fuglafirði seinastu 12 árini, Sigurð Simonsen. 
 
Hinir báðir listarnir í Fuglafirði - listi A og listi B - fingu tveir býráðslimir í part. Sonni á Horni sigur, at semja er um, at hann verður borgarstjóri í kommununi komandi fýra árini. Hann væntar, at nýggja býráðið í Fuglafirði verður skipað í morgin.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985