Samferðslupakkin: Biðja aftur um longda freist

Samferðslupakkin: Biðja aftur um longda freist
Fíggjarnevndin hevur brúkt fyri longdari freist, sigur nevndarformaðurin
Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini, og Uni Rasmussen, landsstýrismaður, sum nú varðar av samferðslupakkanum.
 
28.03.2022 - 18:00

Samferðslupakkin skal viðgerast í hesi løgtingssetuni, men fíggjarnevndin hevur brúk fyri longdari freist, áðrenn hon er til reiðar at koma við einum áliti.

Tað váttar Erhard Joensen fyri Kringvarpinum í dag. 

Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði samferðslupakkan fyri tingið fyri jól. Pakkin inniheldur millum annað størri avgjøld á bensin og diesel, men afturfyri skal tað verða ókeypis at koyra gjøgnum Vága- og Norðoyatunnilin. 

 

Freistin longd fyrr

Fíggjarnevndin hevur longu einaferð fingið longda freist at koma við áliti. Freistin er 31. mars, t.e. um tríggjar dagar. 

Men nú váttar fíggjarnevndarformaðurin, at nevndin fer at biðja løgtingsformannin um at fáa freistina longda einaferð aftrat. 

Kríggið í Ukraina hevur gjørt bensin og diesel ein triðing dýrari, og spurningurin er, um fíggjarnevndin vil hækka prísirnar í kjalarvørrinum á hesum. 

Ætlanin er at avgreiða málið í hesi tingsetuni. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650