900 sivilfólk deyð

bannari
900 sivilfólk deyð
Í minsta lagi 900 sivilfólk eru funnin deyð nærhendis ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv 
Hópgrøvir í Butja.
Mynd: Ritzau Scanpix.  
 
16.04.2022 - 11:15

Í minsta lagi 900 sivilfólk eru funnin deyð nærhendis ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv. 

Ukrainska løgreglan sigur við tíðindastovuna AP, at deyðu fólkini eru skotin og síðani funnin, eftir at russarar tóku seg aftur úr økinum.

- Út frá tí vit vita, mugu vit ganga út frá, at vanlig fólk eru blivin avrættað á gøtuni undir russisku hersetingini. Tað sigur Andrij Nebitov, sum er økisleiðari hjá løgregluni í Kyiv.

Myndugleikarnir í Ukraina siga, at 400 av teimum dripnu eru funnin í býnum Butja. Har eru fólk funnin á gøtuni, í vanligum klæðum og við hondunum bundnum. Og síðani eru fleiri hópgrøvir komnar undan kavi í Butja.

Russland vísur aftur, at russiski herurin hevur framt krígsbrotsverk í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086