Fingu væl av toski á Føroyabanka

Fingu væl av toski á Føroyabanka
Yvirlitistrolingin hjá Havstovuni á Føroyabanka vísti væl meira av toski
Jákup Sverri fekk væl av tosi í yvirlitistrolingini í vár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.04.2022 - 14:45

Triðja árið á rað vísir váryvirlitstrolingin á Føroyabanka væl meira av toski enn tað, sum var vanligt frá 2006 til 2019.

Tað skrivar Havstovan á síni heimasíðu. 

Hetta var bert stórur vælvaksin gýtandi toskur.

Havast skal tó í huga, at tað var lítið at fáa av toski í yvirlitstrolingini í september 2021 og tí er framvegis óvist, hvussu nógv er til av toski á Føroyabanka.

Hinvegin er eingin ivi um, at tað er nógv av hýsu á Føroyabanka. Sera nógv var at fáa av hýsu, bæði stórari og smáari.

Nøgdirnar av upsa vóru munandi størri enn undanfarin ár og talan var um stóran upsa, skrivar Havstovan

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Brett Ditgen um A Heavy Quiet
212879
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232