Føroyar og Ísland samstarva um royndir á flóttafólkaøkinum

Føroyar og Ísland samstarva um royndir á flóttafólkaøkinum
Løgmaður og íslendski forsætisráðharrin hittust í Reykjavík í dag
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hitti Katrína Jakobsdóttir, forsætisráðharra, í Reykjavík í dag.
 
26.04.2022 - 15:33

Føroyar og Ísland eru samd um at taka undir við altjóða revsitiltøkunum, sum vesturheimurin hevur sett í verk ímóti Russlandi.

Tað var ein niðurstøða, tá Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hitti íslendska forsætisráðharran, Katrína Jakobsdóttir, í Reykjavík í dag.

Tey viðgjørdu m.a. russisku innrásina í Ukraina, og hvørjar búskaparligu avleiðingar innrásin hevur fyri Føroyar og Ísland.

Bæði Føroyar og Ísland taka ímóti flóttafólkum úr Ukraina. Avrátt varð, at føroyskir og íslendskir myndugleikar í næstum fara undir eina tilgongd, har vitan og royndir á flóttafólkaøkinum koma báðum pørtum til gagns.

 

Styrkja samstarvið

Løgmaður og íslendski forsætisráðharrin eru eisini á einum máli um at styrkja samstarvið millum Føroyar og Ísland, tá ið tað snýr seg um handil, gransking, mentan og útbúgving.

Føroyingar og íslendingar hava nógv í felag, málsliga, mentanarliga, søguliga og sum samfeløg við felags áhugamálum í Norðuratlanshavi. Mongu felags áhugamálini eru haldgott grundarlag undir einum framhaldandi góðum samstarvi, stendur í tíðindaskrivi frá Løgmansstovuni.

- Harðrenda russiska innrásin í Ukraina hevur álvarsamar avleiðingar fyri okkum í Norðuratlantshavi.  Ísland er okkara brøðratjóð, og tí er tað avgerandi, at vit halda á við at styrkja samstarvið og sambandið við Ísland. Við stóru broytingunum úti í heimi í huga, hevur tað stóran týdning, at vit leggja nógv fyri at finna eitt felags stev við allar okkara grannar í Norðuratlantshavi, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763