Myndareportasja: Sement-finalan 2022

Seinastu fýra vikuskiftini hevur tónleikakappingin Sement verið fyriskipað í Reinsarínum, og leygarkvøldið 30. apíl var finalan. 

17 bólkar og einstaklingar hava kappast um heiðurin og góðu vinningarnir, ið fylgdu við. 

Kappingin í finaluni, ið bleiv send beinleiðis í sjónvarpinum, bleiv gróthørð. Tá avtornaði gjørdist Marius DC vinnari, Impartial nummar tvey og Dania O. Tausen numma trý. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Útselt hevur verið til øll undanumførini av Sement í Reinsarínum í Havn, og útselt var tað eisini til sjálva finaluna. 

Reinsaríið, ið er eitt rættiliga lítið og inniligt spælistað, riggaði sera væl til at hýsa Sement. Torgið uttanfyri er kærkomið hjá teimum, ið hava tørv á frískari luft ella einum royki. 

Ein køld øl riggar væl aftur við einari góðari konsert, og tað blivu skonktar nógvar øl, teir yvir tríggjar tímarnar, ið tað tók at finna Sement-vinnaran. 

Ungdómstoymið, biit, hjá Kringvarpi Føroyar hevur stroymt øll undanumførini av Sement út á kvf.fo, men sjálv finalan bleiv eisini send beinleiðis í sjónvarpinum. Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, sum annars er kent frá útvarpssendingini og poddvarpinum "Gentuvesið", var eina av vertunum. 

Alt framleiðslutoymið, sum hevur sent Sement út til Føroya fólk, vóru ung fólk, ið eru knýtt at biit og KVF annars. Tað vil siga at framleiðari, kamerafólk og onnur vóru ung fólk. 

Tónleikaserfrøðingarnir til Sement-finaluna vóru Anna Sofía Holm Skoradal og Eyðfinn Bogason Lamhauge.

Fríði Djurhuus, ið annars er kendur sum oddamaður í Joe & The Shit Boys, var eisini eina av vertunum. 

bitt-studio til Sement-finaluna. F.v. Eyðfinn Bogason Lamhauge, Anna Sofía Holm Skoradal, David Thomassen og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir.

Rólant Waag Dam er samskipari av biit í Kringvarpi Føroya, og hann samskipaði eisini stóru sjónvarpssendingina, sum var eitt slag av elddópi hjá ungdómstoyminum. 

Fleiri kamerafólk vóru til arbeiðis, fyri at fáa Sement-finaluna út til Føroya fólk. 

Kristoffur Mørkøre syrgdi fyri framúrskarandi ljóðinum frá bæði teimum seks framførslunum í Sement-finaluni, men eisini frá øll undanumførunum. 

RSP, og gravskitni hipphopp og rapp-tónleikurin hjá bólkinum, hevur higartil livað eitt friðarligt lív á Soundcloud.com. Men til Sement fór lokið á kloakkini í Havn omanav, og upp spríkti tónleikur um ball, damur, sex og rúsevnir, ið nógv gomul ikki halda tolir dagsins ljós, men sum tey ung elska. 

Heini Ronnason er oddamaður í RSP, og hann gekk á odda fyri einari sera orkufyltari framførslu. 

Fjøllistafólkið Dania O. Tausen vann PR-pakkan í Danmark, ið var ein av vinningunum, og hon endaði eisini sum nummar trý í Sement-finaluni. 

Dania O. Tausen hevur áður spælt nógv jazz, men til Sement 2022 hevði hon flutt seg meira yvir ímóti singer/songwriter-tónleiki og poppi, og tað klæddi henni. 

Daniel er ein spildurnýggjur bólkur, sum rættiliga óvæntað spældi seg í finaluna. 

Daniel verður serliga myndaður av karismatiska oddamanninum Hera Danielsen. 

Allir bólkarnir og einstaklingarnir vóru gestir í biit-studio. Her er tað Daniel. 

SWAY fekk Reinsaríið at sveiggja. 

SWAY er millum best umtóktu bólkar í landinum, og tað víst veruliga hví í Sement-finaluni. 

SWAY eru Marianna Winther Nagata, Dania O. Tausen og Katrin Olsen. 

Impartial vísti, at tað enn er knotur í sterka føroyska tungmálspallinum. Bólkurin tryggjaði sær eitt annaðpláss. 

Impartial spælir rættiliga melodiska tungmálm, sum fólk veruliga tóku til sín. 

Impartil sprongdi veruliga karmarnar í Reinsarínum, og tóktist ein ov lítil pallur til stóra ljóðið og úttrykkið hjá bólkinum.

Impartial hugnaði sær eisini veruliga frammanfyri myndatólunum, tá samrøðan skuldi gerast. 

Bina Ólavsdóttir hevur eitt vakið eyga við myndatólinum. 

Marius DC hevur lagt nógv afturat sínum úttrykki til Sement í ár, tí hann møtti upp við einum væl spælandi bólki og bara føroyskum sangum. 

Tá avtornaði, so vann Marius DC uppiborið Sement. 

Marius DC hevur megnað at yvirført gangsarappið, ið hevur dyrkar, yvir á ein føroyskan veruleika, og tað riggar væl og tryggjaði honum sigurin í Semen. 

Fríði Djurhuus dugdi væl at finna gestir at tosa við millum framførslurnar, og her hevur hann funnið tvær toftagentur, ið vóru hugtiknar av tí sannroynd, at Nes kommuna átti ikki færri at fýra luttakarar í finaluni. Tað er væl dokumenterað, at Dania O. Tausen er av Toftum, men tað er Heri Danielsen úr Daniel eisini. Men tveir av limunum í Impartial eru eisini úr Nes kommunu, nevniliga Bárður Danielsen og Jógvan Johannesen. 

Bjørt Sigurdsdóttir Lamhauge hevur verið Sement-vertur alla kappingina, og tað dugdi hon framúrskarandi væl. Hon bæði sjarmeraði og skemtaði seg gjøgnum kappingina. 

Dania O. Tausen var ovurfegin um at vinna PR-pakkan og eitt triðja pláss. Tár trillaðu. 

Impartial tók alt og øll á bóli og spældi seg sannførandi upp á eitt annað pláss. 

Marius DC og bólkurin fegnast um sigurin. Marius segði, at hann kendi við teimum, ið ikki vunnu, tí hann hevur roynt tað tvær ferðir sjálvur. Men einki tekur kensluna av at vinna, segði hann. 

Takk fyri eitt gott kvøld, og fólk fóru væl nøgd válandi heim. 

 

 

Er kopiera