Danski forsætisráðharrin: Støre og Stubb ganga egnar leiðir

Danski forsætisráðharrin: Støre og Stubb ganga egnar leiðir
Norski forsætisráðharrin og finski forsetin hava havt telefund við Vladimir Putin, forseta, um Ukraina
Metta Frederiksen, forsætisráðharri, er á Norðurlandaráðsfundi í Helsinki.
Mynd: Javad Parsa/NTB/Ritzau Scanpix  
 
27.10.2026 - 11:00

Danski forsætisráðharrin, Metta Frederiksen, heldur lítið um, at norski forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre, og finski forsetin, Alexander Stubb, hava havt telefonfund við russiska forsetan, Vladimir Putin, har teir tosaðu um møguleikarnir fyri friðaravtalu í Ukraina. 

Putin, Støre og Stubb skulu á telefonfundinum hava verið samdir um at varðveita sambandið, sigur russiska tíðindastovan TASS.

Russiski forsetin segði við teir báðar norðurlendsku leiðararnar, at friður bert er møguligur, um áhugamálini hjá Russlandi verða tryggjað til fulnar og treytaleyst.

Sambært Kreml, fingu norðurlendsku leiðararnir eisini at vita, at "konfronterandi" politikkur frá NATO og ES fer at leingja kríggið.

Danski forsætisráðharrin, Metta Frederiksen, sigur, at norðurlendsku leiðararnir ganga egna leið.

- Satt at siga, so veit eg ikki, hvat londini bæði halda kann fáast burtur úr við hesum. Vit hava eisini áður lagt dent á í greiðum boðum frá restini av Evropa, at tá ið onnur eru farin egnar leiðir, og til dømis fara til Moskva, at tað er umráðandi, at vit í Evropa standa saman, sigur hon.

Metta Frederiksen undrast og minnir á, at Evropa skal stenda saman:

 

27102026_Mette_um_Putin

 

Kreml fyrireikar nú eina almenna fráboðan um, hvat kom frá á telefonfundinum, sigur talsfólkið hjá Kreml, Dmitri Peskov, við russisku tíðindastovuna TASS.

Í dag vitjar Støre finska forsetan í Finnlandi.

Støre og Stubb hava seinastu tíðina verið vertir fyri samráðingum millum Volodymyr Zelensky og eina amerikanska sendinevnd undir leiðslu av sendiharranum hjá Donaldi Trump, Steve Witkoff.

Hesar samráðingarnar vóru í Oslo tíðliga í síðstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723