- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framvegis eingin niðurstøða í spurninginum um sjálvstøðugan limaskap
Framvegis eingin niðurstøða í spurninginum um sjálvstøðugan limaskap
Beinir Johannesen, løgmaður, krevur nú eitt greitt svar, um Føroyar fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum ella ikki

Beinir Johannesen, løgmaður, á fundi í Norðurlandaráðnum.
Mynd: Mathias Dimon Næs
27.10.2026 - 12:00
Enn er eingin endalig niðurstøða gjørd í spurninginum um fullan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum, nú Norðurlandaráðið í hesum døgum hevur ársfund í finska høvuðsstaðnum, Helsinki.
Ein arbeiðsbólkur skal koma við tilmæli um broytingar í Helsingfors-sáttmálanum, soleiðis at ongar forðingar eru fyri fullum føroyskum limaskapi, men arbeiðið er ikki liðugt enn.
Beinir Johannesen, løgmaður, krevur nú eitt greitt svar um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum:
27102026_Beinir_um_N-rad
Løgmaður var í Breddanum fyrrapartin.
Allur Breddin kann hoyrast her.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























