- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hoyvíkingar pólska mótstøðu í triðja umfari

Menninir hjá H71 fáa pólska mótstøðu í triðja umfari av EHF European Cup.
Mótstøðuliðið eitur einki minni enn Rebud KPR Ostrovia Ostrow Wielkopolski, sum í løtuni liggur á áttanda plássi av 12 í bestu pólsku hondbóltsdeildini, skrivar heimasíðan hjá H71.
Póllendingarnir vunnu á Istanbul GSK í øðrum umfari.
- Pólsku liðini hava ofta nógva kroppsliga styrki, og eftir hópinum at døma er hetta eitt lið við nógvari rutinu og eldri leikarum. Millum annað hava teir ein ukrainskan landsliðsleikara, sum onkur av okkara leikarum hava spælt nakrar ferðir ímóti á landsliðnum, sigur Djóni Gaard Joensen, venjari við H71.fo.
Hoyvíkingar vóru í lægra styrkisbólkinum til lutakastið, og tí eru teir ikki favorittar til dystirnar, sum skulu spælast næstsíðsta og síðsta vikuskifti í november, tí pólska deildin er sterk.
- Men vit ætla okkum at gera ein vørr. Tey allarflestu liðini, sum vit kundu havt møtt í hesum umfarinum, eru lið, sum hava lønarútreiðslur, sum eru størri enn tann peningurin, sum vit hava at reka alt felagið fyri í nøkur ár, sigur Djóni Gaard Joensen sambært H71.fo.



























