Yvirlýsing: Barnaárini hoyra børnunum til, ikki tøknirisunum

Yvirlýsing: Barnaárini hoyra børnunum til, ikki tøknirisunum
Norðurlendsku stjórnarleiðararnirnir ávara um avleiðingar, sum snildfonir og sosialir miðlar kunnu hava fyri børn og ung
Norðurlendsku stjórnarleiðararnir á heystfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Helsinki.
Mynd: Javad Parsa/NTB/Ritzau Scanpix  
 
27.10.2026 - 10:35

Barnaárini hoyra børnunum til, ikki tøknirisunum.

Tað er boðskapurin í yvirlýsingini, sum teir átta norðurlendsku stjórnarleiðararnir hava kunngjørt á Norðurlandaráðsfundinum í Helsinki fyrrapartin.

Í yvirlýsingini verður ávarað um, at snildfonir, sosialir miðlar og vitlíki kunnu hava álvarsligar avleiðingar fyri trivnað, sálarheilsu, læring og menning hjá børnum og ungum.

Stjórnarleiðararnir vilja tí herða reglurnar fyri snildfonir, tøknirisar og sosialar miðlar.

 

Tøknirisar skulu ikki eiga barnaárini

Millum átøkini eru aldursmørk á sosialum miðlum, færri snildfonir í skúlum og tiltøk móti vanaskapandi algoritmum og sniðgeving.

Boðskapurin í yvirlýsingini er í stuttum: Barnaárini hoyra børnunum til, ikki tøknirisunum.

Beinir Johannesen, løgmaður, sigur, at  Føroyum eru átøk sett í verk, og arbeitt verður við at seta aldursmark á sosialar miðlar umframt at fáa snildfonir úr skúlunum.

- Men tað er sjálvandi enn sterkari, tá øll Norðurlond nú standa saman. Eg havi gott álit á ungdóminum í Føroyum, men tað er uppgávan hjá okkum øllum – bæði politikarum, foreldrum og myndugleikum – at skapa bestu fortreytirnar hjá teimum at trívast, sigur løgmaður.

Les meira her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329