VIDEO: Fólk flýggja úr Mariupol

bannari
VIDEO: Fólk flýggja úr Mariupol
Hetta eru fólk, sum halda til aðrastaðni í býnum enn á stálverkinum
Í gjár eydnaðist at flyta 100, sum hava hildið til á stálverkinum í Mariupol, burtur.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.05.2022 - 12:56

Fleiri bussar við sivilfólkum fóru fyrrapartin úr Mariupol. Tað upplýsir ein talsmaður fyri borgarstjóran í býnum.

Talan er um samstarv millum ST, Reyða Kross, Russland og Ukraina

Fólkini, sum eru flutt burtur í dag, hava ikki hildið til á stálverkinum, men aðrastaðni úr Mariupol.

Sivilfólk og hermenn eru framvegis inni á stálverkinum, sum russar hava bumbað fleiri vikur.

Í gjár eydnaðist at flyta umleið 100 fólk burtur úr stálverkinum Azovstal.

Russiskar deildir hava í meira enn 14 dagar skotið eftir stálverkinum, men tað hevur ikki eydnast teimum at taka verkið.

Hóast Mariupol er bumbaður í sor, eru umleið 100.000 fólk framvegis í býnum. 

 

Sí myndir frá AP-tíðindastovuni, tá fólk vóru flutt burtur úr stálverkinum í Mariupol í gjár:

 

MARIUPOL_NET


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911