Breddin: Kollsigldur samferðslupakki

Breddin: Kollsigldur samferðslupakki
Politikarar vera í útvarpsstovuni og skifta orð um, hví samferðslupakkin ikki bar á mál
Sambært samferðslupakkanum skuldi tað verða ókeypis at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum, men nú bendir alt á, at tað verður av ongum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.05.2022 - 08:40

Nógv umrøddi samferðslupakkin fekk í gjár banahøgg frá formanninum í fíggjarnevndini, Erhardi Joensen, sum segði við útvarpið, at pakkin kemur ikki í Løgtingið, áðrenn tað fer í summarfrí í morgin.

Ósemja er um fleiri partar í pakkanum, og tí hevur samgongan slept ætlanini um at fáa hann samtyktan. Hann fellur tí burtur, tí tingsetan er av, og kann í frægasta føri vera lagdur fram aftur í ólavsøkutingsetuni.

Um so er, verður tað í øllum førum í broyttum líki samanborið við tað, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevði snikkað saman.

Síðani er Jørgen Niclasen farin frá landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Uni Rasmussen hevur tikið við. Boðini frá nýggja landsstýrismanninum vóru beinanvegin, at hann ikki fór at koma við broytingum í pakkanum, tí tað mátti Løgtingið gera.

 

Drúgv nevndarviðgerð

Nevndarviðgerðin í fíggjarnevndini hevur verið drúgv, og nevndin hevur í tveimum førum biðið um longda freist. Hóast hetta, kom pakkin ongantíð úr aftur fíggjarnevndini. 

Vit fara at rógva aftur á aftur og hyggja at, hvat var í pakkanum, sum var lagdur fyri tingið í desember.

Vit hava ein eygleiðara við okkum, sum fer at koma við einum boði uppá, hví samferðslupakkin ikki bar á mál. Síðani fáa vit nakrar politikarar í útvarpsstovuna at skifta orð um pakkan, og hví hann ikki kom aftur til viðgerðar í Løgtinginum.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.
  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976