Arbeiða enn við fullum limaskapi í Norðurlandaráðnum

Arbeiða enn við fullum limaskapi í Norðurlandaráðnum
Fortreytirnar eru, at øll tey fimm Norðurlondini, sum eru sjálvstøðug, vilja broyta Helsingforssáttmálan, sigur landsstýrismaðurin
At fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum er ein tungur burður, men arbeitt verður framvegis við málinum.
 
05.05.2022 - 15:10

Arbeitt verður enn við spurninginum um fullgildugan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum og í norðurlendska ráðharraráðnum.

Fyri at Føroyar skulu fáa fullgildugan limaskap skal Helsingforssáttmálan broytast.  

Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður, sigur í svari til Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmann, at arbeitt verður miðvíst fyri at vinna Føroyum fullgildigan limaskap í Norðurlandaráðnum og norðurlendska ráðharraráðnum.

Fortreytirnar eru, at øll tey fimm Norðurlondini, sum eru sjálvstøðug, vilja broyta Helsingforssáttmálan.

Ein annar spurningur er, um bæði Føroyar og Danmark kunnu vera sjálvstøðugur sáttmálapartur í Helsingsforssáttmálanum.

Helsingforssáttmálin skal kanska broytast í sambandi við, at norðurlendska samstarvið um tilbúgving og veitingartrygd skal styrkjast.

 

Bjarni Kárason Petersen spurdi Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann, um limaskapin í Norðurlandaráðnum. (Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502