Akraberg seldur til Íslands

Akraberg seldur til Íslands
Framherji letur byggja eitt nýtt skip fyri Akraberg
 
07.05.2022 - 12:45

Eitt felag hjá Samherja í Íslandi hevur keypt Akraberg. Tað upplýsir Anfinn Olsen, reiðari fyri útvarpinum.

Verksmiðjutrolarin úr Fuglafirði fór gjáramorgunin fyri seinastu ferð úr Føroyum.

Skipið er nú á veg til Frederikshavn, har verksmiðjan skal umbyggjast, og síðan skal skipið til Íslands, har nýggju eigararnir yvirtaka skipið.

Arbeiðið er mett at taka umleið 14 dagar. Tað skrivar fiskur.fo.  

Ókendur søluprísur
Hvat Akraberg er seldur fyri er ikki upplýst. 

Nýggi Akraberg, sum Framherji letur byggja á skipasmiðjuni Vard í Norra, verður eftir ætlan yvirtikni 30. juni í ár. Tað sigur Annfinn Olsen.

Prísurin fyri tað skipið er 317 milliónir krónur.

Fyrr í vikuni kom fram, at Framherji hevur skrivað undir sáttmála við skipasmiðju í Skagen um bygging av nýggjum uppisjóvarskipi. 

Vágaportalurin skrivaði, at nýggja uppisjóvarskipið kostar góðar 300 milliónir krónur, og verður klárt, sambært avtaluni í juni 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101