Skiparin á Borgaranum slapp undan revsing

Skiparin á Borgaranum slapp undan revsing
Orsøkin var, at málið er so gamalt. Tað er frá 2017
Av tí at málið var gamalt, slapp skiparin á Borgaranum undan revsing.
 
17.05.2022 - 14:34

Rætting til tíðindini í morgun um Norðing, dagførd kl. 14.30:
 
Tað var skiparin, sum í 2017 var á Borgaranum - og ikki tann á Norðingi, sum vit søgdu í morgun -  sum slapp undan revsing, hóast hann var funnin sekur í at bróta lógina um vinnuligan fiskiskap.

Orsøkin var, at málið er so gamalt. Tað er frá 2017.

Skiparin var ákærdur fyri at geva Vørn skeiv tøl um hjáveiðu.

Sektin fyri slíkt brot er vanliga 25.000 kr.

Men av tí at fimm ár eru farin, var kravið hjá ákæruvaldinum 10.000 kr.

Føroya rættur segði, at eingin sekt skal gjaldast, hóast skiparin á Borgaranum er sekur, men talan var um ósketni. Og statskassin rindar sakarkostnaðin, 15.000 kr.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858