Nú verða ælabogasílini tikin av

Nú verða ælabogasílini tikin av
Jóhan í Niðristovu, stjóri í smápartafelagnum Røkt, tekur avgerðina hjá Vinnukærunevndini til eftirtektar
Jóhan í Niðristovu, stjóri í smápartafelagnum Røkt, sum nú fer at taka ælabogasílini av.
 
18.05.2022 - 13:57

Vinnukærunevndin hevur staðfest avgerðina hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, um at ælabogasílini í Heygadali í Vestmanna skulu takast av.

Útgerðin skal takast upp úr byrgingini og burturbeinast beinanvegin, og í seinasta lagi eftir nærri tíðarætlan.

Avgerðin er grundað á alilógina, um at ikki er loyvt at ala á vøtnum og í byrgingum í Føroyum, og tí skal Røkt, sum hevði tíðaravmarkað loyvi til 30.desember 2020, taka stig til at rudda viðkomandi aliøki og grannalag, sum møguliga eru ávirkað av alingini, stendur m.a. í niðurstøðuni.

- Eg taki avgerðina hjá Vinnukærunevndini til eftirtektar. Eg havi ikki fleiri kærumøguleikar, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í smápartafelagnum Røkt:

 

1528333


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497