Byrgingin í Heygadali tømd

Byrgingin í Heygadali tømd
Byrgingin hjá SEV í Heygadali í Vestmanna er nú tømd, og tey 700 sílini, sum partafelagið Røkt hevði gangandi í byrgingini, avtikin.
Byrgingin í Heygadali er nú tømd, so SEV kann fara undir sítt viðlíkahaldsarbeiði
Mynd: Sára Jógvansdóttir  
 
06.06.2022 - 12:56

– Sílini eru send til Salmon Proteins á Eiði, sum tekur sær av at beina tey burtur, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í Røkt, við vp.fo.

– Hetta hevur verið eitt langt og møðsamt stríð, og vit royndu til tað allar seinasta, men nú hava vit lagt hetta afturum okkum og líta frameftir, leggur stjórin í Røkt aftrat.

SEV hevur tømt byrgingina, tí regluligt eftirlit og viðlíkahald skal gerast.

Landsstýrið gjørdi í 2000 av, at øll aling á vøtnum og í byrgingum í Føroyum skuldi steðgast fyri at tryggja nøktandi sjúkufyribyrging, men Røkt hevur havt undantaksloyvi til smáar nøgdir av sílum í byrgingini í Heygadali.

Ikki fyrr enn fyri kortum var ein avgerð hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá 2021 endaliga staðfest av landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, so sílini máttu avlívast og aliútgerðin ruddast burtur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214