Eingin ætlan at seta sáttmála um harðskap í gildi

Eingin ætlan at seta sáttmála um harðskap í gildi
Almannamálaráðið hevur upplýst, at skal Istanbul-sáttmálin setast í gildi, er neyðugt við stórum kanningararbeiði
Revsirættarliga lóggávan í Føroyum er í samsvari við Istanbul-sáttmálan, sigur løgmaður. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
08.06.2022 - 08:39

Í løtuni er einki ítøkiligt arbeiði í gongd við at seta Istanbul-sáttmálan í gildi fyri Føroyar.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu.

Istanbul-sáttmálin er um harðskap.

Almannamálaráðið hevur upplýst, at skal Istanbul-sáttmálin setast í gildi fyri Føroyar, er neyðugt við einum stórum kanningararbeiði, sum skal siga, hvørjar avleiðingar sáttmálin hevur fyri Føroyar. 

Til dømis hvørjar skyldur, Føroyar átaka sær, og um nýggjar lógir ella lógarbroytingar eru neyðugar.

 

Arbeiða eftir sáttmálanum

Løgmaður sigur, at yvirhøvur arbeiðir føroyska umsitingin eftir meginreglunum í Istanbul-sáttmálanum.

Revsirættarliga lóggávan í Føroyum er í samsvari við Istanbul-sáttmálan. 

Hervør Pálsdóttir spurdi eisini um harðskap móti kvinnum og um at kriminalisera sálarligan harðskap.

Her svarar løgmaður, at ætlanin er at dagføra revsilógina, so sálarligur harðskapur verður sjálvstøðugt kriminaliseraður.

Hesar broytingar koma í tingið í næstu tingsetu.

 

Hervør Páldóttir, løgtingskvinna, spurdi løgmann Istanbul-sáttmálan. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

623 fráboðanir

Hervør Pálsdóttir sigur, at í 2020 fekk Kvinnuhúsið 623 fráboðanir um sálarligan harðskap.

"Sig frá", sum er ein ætlan um at basa harðskapi og ágangi, varð eftirmett seinasta heyst.

Tá bleiv staðfest, at ikki er liðugt at basa harðskapi og ágangi.

"Sig frá" mælir til at byrja eina nýggja heildarætlan um harðskap í parlagi og nærsambondum, har hildið verður fast í sama  leisti, men við nýggjum átøkum, sum eru lagað til broytingar í samfelagnum.

 

Í 2020 fekk Kvinnuhúsið 623 fráboðanir um sálarligan harðskap. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Peningur á fíggjarlógini

Fyrireikingarnar til hetta arbeiðið eru byrjaðar.

Peningur er í fíggjarlógini í ár til eina harðskapsmóttøku, eina miðstøð, sum samskipar ráðgeving og vegleiðing til fólk,  sum eru fyri harðskapi í parløgum og nærsambondum. 

"Sig frá" og Kvinnuhúsið hava orðað eitt tilmæli til landsstýrismannin um, hvussu harðskapsmóttøkan skal skipast. 

Tað skal gerast við at víðka verandi leigumál hjá Kvinnuhúsinum, styrkja starvsfólkahópin og styrkja markamótið til myndugleikan við einum góðum og greiðum samstarvi um harðskapsmóttøkuna, sum skal byrja longu í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117