Ráðførsla um makrelkvotuna

Ráðførsla um makrelkvotuna
Fundur verður í Uttanlandsnevndini fyrrapartin
Ráðførsla verður í Uttanlandsnevndini fyrrapartin um makrelkvotuna í ár.
 
17.06.2022 - 08:26

Limirnir í Uttanlandsnevndini hava fingið fundarboð fyrrapartin til ráðførslu við Árna Skaale, landsstýrismann í fiskivinnumálum. 

Evnið fyri fundin er at áseta føroysku makrelkvotuna í ár. 

Árni Skaale segði við útvarpið fyrst í juni, at føroyska makrelkvotan fyri 2022 verður ásett hálvan juni, ella stutt eftir tað. Tá varð bíðað eftir, hvat norska kvotan verður.

Greitt er, at londini kunnu ikki semjast um býtið í ár, men í desember í fjør samdust strandarlondini um at fiska tilsamans 795.000 tons av makreli í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846