Faðirloysingar krevja endurgjald

Faðirloysingar krevja endurgjald
Á triðja sinni í grønlendsku søguni verður endurgjaldskrav reist móti danska statinum
 
18.06.2022 - 14:00


27 løgfrøðiligir faðirloysingar hava sent danska statinum krav um 125.000 krónur í endurgjaldi hvør, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Áðrenn lógin um líkarætt hjá børnum kom í gildi í 1963, og í Norður- og Eysturgrønlandi í 1974, var ikki faðirskaps-skyldubinding fyri børn, ið vóru fødd uttan fyri hjúnalag.

Tann bólkurin av børnum er seinni vorðin kendur sum løgfrøðiligir faðirloysingar. Eisini nakað upp í 1970-ini eru dømi um grønlendsk børn, sum eru fødd uttan arvarætt.

Um endurgjaldskravið vinnur frama, kunnu eisini onnur børn, ið eru faðirloysingar í Grønlandi, krevja endurgjalda frá danska statinum.

Tað finnast eingi almenn tøl, men mett verður, at tað eru umleið 3.300 faðirloysingar í Grønlandi og 1.300 faðirloysingar í Danmark, sambært einari frágreiðing frá 2017.

Í 2014 varð lógin um arvarætt broytt, so tey, sum eru løgfrøðiligir faðirloysingar, kunnu reisa endurgjaldskrav og hava rætt til arv.

Men, lógin slær fast, at løgfrøðiligir faðirloysingar bara kunnu fáa lut í arvi, um deyðsbúgvið ikki longu er gjørt upp, sum faðirloysingar áður hava funnist at.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815