Bitcoin: Virðið lækkað munandi

Bitcoin: Virðið lækkað munandi
Virðið á talgilda gjaldoyranum Bitcoin er fyri fyrstu ferð í fleiri ár minni 20.000 dollarar
 
19.06.2022 - 10:34

Virðið á talgilda gjaldoyranum Bitcoin er fyri fyrstu ferð í fleiri ár lægri enn 20.000 dollarar ella góðar 141.000 krónur, tað skrivar NRK.

Bitcoin hevur mist áleið 70% av virðinum, frá tí at hægsta virðið á gjaldoyranum var 69.000 dollarar ella 489.000 krónur,

 

Onnur gjaldoyru

Fleiri onnur talgild gjaldoyru eru eisini fallin í virði seinastu tíðina, síðani rentan er hækkað.

Serfrøðingar vænta, at virðið á bitcoin fer at lækka enn meira komandi tíðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961