Eitur nú Bakkafrost Scotland

Eitur nú Bakkafrost Scotland
Navnabroytingin skal stuðla undir, at samtakið virkar sum eitt felag við aling í tveimum londum
The Scottish Salmon Company eitur nú Bakkafrost Scotland.
 
22.06.2022 - 08:02

The Scottish Salmon Company, sum Bakkafrost keypti í 2019, eitur nú Bakkafrost Scotland.

Navnabroytingin fer at stuðla undir, at Bakkafrostsamtakið virkar sum eitt felag við aling í tveimum londum, at málini um burðardyggan vøkstur verða rokkin og framsøknu íløguætlarnirnar verða framdar, sigur Bakkafrost.

Sum liður í fimm ára burðardyggu íløguætlanini, fer Bakkafrost at gera íløgur fyri 6,2 milliardir krónur fyri at økja um burðardyggu framleiðsluna meira enn 40 prosent. 

Ein stórur partur verður gjørdur í Skotlandi.

Bakkafrost metir, at framvegis eru nógvir ónýttir møguleikar í skotsku alivinnuni fyri at skapa burðardyggan vøkstur, betra raksturin og førleikamenna. 

Stív 600 fólk arbeiða hjá Bakkafrosti í Skotlandi. Bakkafrost hevur yvir 60 aliøki í Skotlandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860