Russisk skip sleppa ikki í føroyskar havnir

Russisk skip sleppa ikki í føroyskar havnir
Kunngerðin er ikki lýst enn, men sambært uppskotinum er dagfestingin 24. juni, sum er í morgin
Kunngerðin verður ikki galdandi fyri russisk fiskiskip og skip, sum hava brúk fyri neyðhavn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.06.2022 - 08:32

Kunngerðin um revsitiltøk móti Russlandi er ikki lýst enn, men sambært uppskotinum sleppa russisk skip ikki í føroyskar havnir eftir 24. juni, sum er í morgin.

Fiskiskip eru tó undantikin.

Í uppskotinum stendur, at eftir 24. juni er bannað at veita atgongd til havnir í Føroyum fyri skip, sum eru skrásett undir russiskum flaggi.

Ásetingin er tó ikki galdandi fyri skip, sum hava brúk fyri hjálp og leita í neyðhavn, ella av neyð noyðast at leggja inn í føroyska havn fyri at halda trygdina á sjónum, ella fyri at bjarga lívi á sjónum. 

Kunngerðin er ikki lýst enn og tí heldur ikki komin í gildi.

Sambært uppskotinum skal kunngerðin koma í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334