Russisk flogfør bumba Ukraina

Russisk flogfør bumba Ukraina
Tey skjóta rakettir úr hvítarussiskum loftrúmi
 
25.06.2022 - 13:21
Fyri fyrstu ferð, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina tann 24. februar, hava russisk stríðsflogfør úr hvítarussiskum loftrúmi skotið eftir málum í Ukraina. Talan skal hava verið um 20 rakettir, sum eru sendar ímóti býnum Desna. Tað veit AFP-tíðindastovan at siga frá keldum í ukrainska herinum. Ovasta herleiðslan í Ukraina sigur eisini, at álop hava verið úr Hvítarusslandi, men at einki verður sagt um, at nakar hevur fingið løstir ella er fallin. Ukrainska fregnartænastan, sum er undir verjumálaráðnum, vil vera við, at álopið var ein roynd frá russiskari síðu at draga Hvítarussland upp í kríggið. Eftir ætlan skal hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko, í dag til Sankta Pætursborg at vitja rusiska forsetan, Vladimir Putin.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558