Stýrið fyri Bústaðir var ikki arbeiðsført

Stýrið fyri Bústaðir var ikki arbeiðsført
Frákoyrda stýrið í Bústøðum var ikki arbeiðsført, tá landsstýrismaðurin í almannamálum fríggjadagin sendi stýrið til hús og útnevndi nýtt stýri.
Sólvit Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálum saman við fyrrverandi limunum í stýrinum fyri Bústaðir, Anna Maria Joensen, Emmy Joensen, Una Joensen og Hans Jákup Drangastein.
 
27.06.2022 - 12:00

Frákoyrda stýrið í Bústøðum var ikki arbeiðsført og kundi tí ikki taka neyðugar avgerðir. Og av tí sama, hendi einki á stovninum.

Fólk, sum standa stýrinum nær, vilja ikki gera samrøðu við Kringvarpið, men siga kortini so mikið, at stýrið kundi ikki semjast um nakað sum helst, og tí hendi einki.

Víst verður m.a. á, at hóast Bústaðir í mars í fjør fekk heimild at læna 540 milliónir kr., so hevur stýrið ikki tikið seg saman til at avgreiða heimildina, soleiðis at Bústaðir kundi fara undir at byggja íbúðir og stovnar kring landið.

Ongir pengar brúktir

Tá løgtingið í mars í fjør samtykti bústaðarpakkan, fingu Bústaðir 450 milliónir kr. at arbeiða við komandi árini.

200 milliónir krónur skuldu fíggja bústaðarverkætlanir til serligar málbólkar uttanfyri vanliga bústaðarmarknaðin, eitt nú lestraríbúðir, búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi og barnaverndarstovnar.

Hinar 250 milliónirnar skuldu fíggja vanligar íbúðir - saman við øðrum íleggjarum. Harvið fer lánsheimildin hjá felagnum at røkka til munandi fleiri íbúðir enn áður. 

Nýggja lógin broytti einki

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóyttir, tingmaður hjá Fólkaflokkinum hevur sett Sólvit Nolsøe, landsstýrismanni ein fyrispurning um Bústaðir.

Har vísir hon á, at Bústaðir longu fyri fleiri árum síðani, boðaði frá, at stovnurin hevði fleiri verkætlanir á skriviborðinum, men tey fingu ikki farið undir tær, tí eingin fígging var.

- Tí skuldi man trúð, at í Bústøðum vóru tey klár at fara til verka, tá nýggja lógin um Húsalánsgrunnin varð samtykt í mars í fjør, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Alt stýrið skift í einum

Vanligt hevur verið, at landsstýrismaðurin ikki hevur skift alt stýrið fyri Bústaðir samstundis, men latið tvey ella trý umboð sitið eftir, soleiðis at hesi kunnu kunna nýggju umboðini.

Men tað valdi landsstýrismaðurin ikki at gera. Hann koyrdi alt stýrið til hús, og valdi fimm nýggja umboð í stýrið. Hesi eru Regin W. Dalsgaard, Petur Even Djurhuus, Jóhanna Lava Køtlum, Henny á Líknargøtu og Teitur Samuelsen.

Stýrið skal hava sín fyrsta fund seinnapartin, har tað fer at skipa seg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136