Nógvar flogferðir í Danmark avlýstar um vikuskiftið

Nógvar flogferðir í Danmark avlýstar um vikuskiftið
Í alt 86 flogferðir til og úr stóru donsku flogvøllunum vóru avlýstar um vikuskiftið.
 
27.06.2022 - 15:02

Flogfeløgini í Danmark avlýstu nógvar flogferðir um vikuskiftið.

Tilsamans 86 flogferðir til og úr teimum størru floghavnunum í Keypmannahavn, Billund, Aalborg og Aarhus vórðu avlýstar í gjár og leygardagin.

Skúlarnir fingu summarfrí í seinastu viku, so avlýsingarnar hjá flogfeløgunum komu dátt við, tí nógv høvdu annars ætlað sær á flog um vikuskiftið.

Avlýsingarnar ávirkaðu 10.000 - 12.000 ferðafólk, og tað vóru serliga ferðandi við SAS, ið kendu sviðan.

Umleið helmingurin av teimum 86 avlýsingunum vóru hjá skandinaviska flogfelagnum, skrivar check-in.dk

- Orsøkin er sjúkufrávera, KT-trupulleikar, seinkingar og manningartrupulleikar, sigur Alexandra Lindgren Kaoujk, kunningarleiðari.

Skandinaviska flogfelagið er longu girt í brøkur, og líkt er til, at tað versnar seinni í vikuni.

Mikudagin fara umleið 1.000 flogskiparar hjá SAS væntandi í verkfall, um semja um nýggjan sáttmála ikki er komin í lag áðrenn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040