- Okkara herfólk leypa ikki á sivil mál

bannari
- Okkara herfólk leypa ikki á sivil mál
Russiski forsetin, Vladimir Putin, vísir aftur, at tað var russiski herurin, sum skjeyt rakettir eftir eini keypsmiðstøð í ukrainska býnum, Krementjuk, fyrr í vikuni
 
30.06.2022 - 16:02

- Okkara herfólk leypa ongantíð á sivil mál, og vit vita væl, hvat liggur hvar, segði Vladimir Puton á tíðindafundi´i høvuðstaðnum í Turkmenistan, Asjkhabad, har hann er á ráðstevnu, skrivar Ritzau.

- Tað verður ongantíð skotið í blindum, tað verður skotið eftir frágreiðingum frá fregnartænastuni og so verða vápn nýtt, sum raka málið, segði russiski forsetin sambært AFP. 

18 fólk lógu eftirá, tá russikar rakettir raktu keypsmiðstøðina í Krementjuk mánadagin. Russland segði, at rakettirnar raktu eina lóðurgoymslu, og at eldur kom í.

Russland segði eisini, at eingi fólk vóru í keypsmiðstøðini, men myndugleikarnir í Ukraina siga, at 1.000 fólk vóru í keypsmiðstøðini, tá ið hon varð rakt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911