Bogaskjóting: fáir luttakarar í regninum

Bogaskjóting: fáir luttakarar í regninum
Luttøkan kundi verið betri, tí í compound hjá kvinnum og monnum vóru bert fýra luttakarar, siga skjúttar eftir bogaskjótikappingina á Føroyaleikum
04.07.2022 - 19:07

Undirtøkan - serliga í compound - var einki serlig, tá bogaskjúttarnir stríddust ímóti regni og vindi á Føroyaleikunum leygardagin.

 - Tað er keðiligt, at vit ikki hava betri undirtøku, sigur Jóannes Poulsenúr Ørvi, sum var ein av bert tveimum compound-skjúttum hjá monnum.

 - Vit áttu at kunna fingið skjúttar hendavegin úr øðrum londum, og eg haldi, at tað er tað, sum BSKF (Bogaskjótisamband Føroya, red.) skal arbeiða fram ímóti, sigur Jóannes Poulsen, sum vann sína kapping.

Hjá compound-kvinnunum vann Helena við Misá, sum eisini umboðar Ørv. 

Í recurve stóð munandi betur til; seks kvinnur og tíggju skjúttar skutu á Frælsinum. 

Sólgerð Henriksen úr Vágaskoti vann kappingina hjá kvinnum, meðan Hans Petur Højgaard úr Ørvi vann hjá monnum. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339