Oljuprísurin lækkar

Oljuprísurin lækkar
Seinastu tíðina hava sveiggini í oljuprísinum verið stór, og týsdagin lækkaði hann munandi.
 
06.07.2022 - 10:58

Oljuprísurin lækkaði nógv týsdagin, og um nátturðatíð var ein tunna av olju úr Norðsjónum seld fyri góðar 102 dollarar.

Orsøkin er, at nógv bendir á búskaparliga afturgongd kring heimin, skrivar E24.

Seinastu tíðina hava sveiggini í oljuprísinum verið stór, og í gjár lækkaði hann munandi.

Tað er ikki bara oljuprísurin, sum lækkar. Talan er eisini um aðra rávøru, og tað er eisini eitt tekin um ein marknað, sum ikki torir at leggja ov nógv fyri.

Støðan í Kina er ótrygg, og har er orsøkin, at býir framvegis vera stongdir, tí korona ger um seg. Tað órógvar eisini marknaðirnar.

Partabrævamarknaðirnir kring heimin eru eisini merktir av ótryggu støðuni, og sum heild hevur tað havt við sær, at partabrøv eru lækkað í virði í ár.

Samlað er stórur ivi um gongdina í heimsbúskapinum í løtuni, tí orkuprísirnir eru høgir, inflatiónin er stór, og tað noyðir tjóðbankar og aðrar bankar at stramma pengapolitikkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Christian Matras (2:2) - teknmálstulkað
202105
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051