Shinzo Abe deyður

Shinzo Abe deyður
Fyrrverandi japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, er deyður, eftir at hann var skotin, tá ið hann helt røðu í vesturjapanska býnum Nara.
Mynd: Kyodo © Ritzau Scanpix  
 
08.07.2022 - 10:40

Shinzo Abe var skotin umleið klokkan 11:30 lokala tíð. Hann var beinanvegin fluttur á sjúkrahúsi til viðgerð. Stutt eftir vóru boðini, at tað stóð um lív hjá fyrrverandi japanska forsætisráðharranum. 

Tíðindastovan NHK skrivar, at Shinzo Abe er deyður, 67 ára gamal. 

Shinzo Abe var skotin, tá ið hann helt røðu í vesturjapanska býnum Nara, skriva útlendskir tíðindamiðlar.

Sambært japanska tíðindamiðlinum, Jiji, bløddi Shinzo Abe frá hálsinum, og hann var uttan vit, tá ið hann varð koyrdur á sjúkrahús.

New York Times skrivar, at fyrrverandi forsætisráðharrin varð skotið í hálsin og bringuna.

Tíðindastovan NHK skrivar, at ein 41-ára gamal maður varð handtikin á staðnum, og at hald er lagt á eitt skotvápn.

Val er um vikuskiftið til yvirhúsið í Japan, og sitandi forsætisráðharrin hevur avlýst øll tiltøk undan valinum.

Hann leggur tó dent á, at valið til yvirhúsið verður hildið um vikuskiftið, sum ætlanin var.

Shinzo Abe var forsætisráðharri í Japan í 2006 og aftur frá 2012 til 2020. Eingin annar hevur sitið so leingi í embætinum sum hann.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373