Eingin bjóðaði seg fram at koyra dialysusjúklingar

Eingin bjóðaði seg fram at koyra dialysusjúklingar
Landssjúkrahúsið fekk einki tilboð, tá ið tað bjóðaði út at koyra dialysusjúklingar til Landssjúkrahúsið og aftur.
 
13.07.2022 - 09:12

Landssjúkrahúsið fekk einki tilboð, tá ið tað bjóðaði út at koyra dialysusjúklingar í Havn og aðrastaðni, har landfast er millum Havnina og bústaðin hjá sjúklinginum, til Landssjúkrahúsið og frá tí aftur.

Tilboðini vóru latin upp 23.juni, og vinnarin skuldi kunngerast 30.juni.

Men í staðin fyri var kunngjørt, at einki tilboð kom. 

Prísurin var 100 prosent í vektingini.

Sambært útboðstilfarinum eru í løtuni 12 sjúklingar, sum hava brúk fyri koyringini.

Kilometratalið er millum 8.000 og 10.000 um mánaðin.

Sandoyggin skuldi upp í koyringina, tá ið Sandoyartunnilin er tikin í almenna nýtslu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040