Evropisku fótbóltsmilliónirnar floyma inn í føroysk feløg

Evropisku fótbóltsmilliónirnar floyma inn í føroysk feløg
KÍ hevur higartil fingið seks milliónir krónur, meðan Víkingur og B36 fáa 4,1 milliónir í part, fyri at hava spælt seg víðari í evropisku kappingunum
Evropiska luttøkan hjá føroyskum fótbóltsliðum er verd milliónir
Mynd: Shutterstock.com  
 
18.07.2022 - 14:59

KÍ, Víkingur og B36 fáa fleiri milliónir krónur, nú liðini hava spælt seg víðari í evropeiskum kappingum. 

Bolt.fo skrivar, at higartil hevur KÍ fingið 6 milliónir krónur, meðan Víkingur og B36 fáa 4,1 millión í part fyri at hava spælt seg víðari.

Hóast KÍ ikki spældi seg víðari, sleppa teir nú at royna seg í Conference League.

HB reyk út í fyrsta umfari, og fáa tí ikki eins nógvar pengar sum hini liðini. Teir fáa tó 1,9 milliónir krónur.

Um eitt lið nú spælir seg víðari fáa tey 2,2 milliónir krónur afturat fyri hvørt umfar tey spæla seg víðari. Tað skrivar bolt.fo.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392