ES hevur samtykt handilstiltøk móti føroyingum

ES hevur samtykt handilstiltøk móti føroyingum
Sildastríðið millum ES og Føroyar hevur nú fingið ta avleiðing, at ES hevur samtykt at seta handilsforðingar í verk móti Føroyum
ES hevur í dag samtykt handilsforðingar móti Føroyum.
 
31.07.2013 - 14:08

Avgerðin varð tikin á fundi í fiskivinnu- og alinevndini hjá ES fyrrapartin í dag. Sambært danska matvørumálaráðnum merkir avgerðin, at ES noktar føroyskum fiskimonnum atgongd til havnir í ES. Avgerðin ber eisini í sær, at forboð verður sett móti silda útflutningi úr Føroyum til ES.


Fyribils verður onki bann sett fyri at útflyta útgerð, bátar og skip úr ES til Føroya.


Verður ikki sett í verk beinanvegin
Tekniska umhugsunartíðin merkir, at handilsforðingarnar verða ikki settar í verk beinanvegin.


- Hetta var ikki tað, vit vónaðu. Eg haldi hetta vera keðiligt, tí eg vónaði at ein samráðingarloysn varð funnin, sigur matvørumálaráðharrin, Mette Gjerskov, við Ritzau.


- Hinvegin fati eg tað, at ES er sinna at hyggja eitt sindur eftir hesum eina ferð aftrat, sum tekin um, at tað, vit hava ført fram í málinum í seinastuni, hevur givið úrslit, sigur hon.


Vit hava meira um handilsforðingarnar hjá ES í Útvarpinum seinni í dag. Tá fáa vit eisini viðmerkingar frá umboðum fyri føroyskar myndugleikar.


Kelda: Ritzau, DR

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Leygardag 4. apríl
Morgunlestur leygardagur 4.apríl 2026
205933
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563