Bretska uppsjóvarvinnan ynskir tiltøk móti Føroyum skjótast

Bretska uppsjóvarvinnan ynskir tiltøk móti Føroyum skjótast
- Vit vilja hava tiltøk sett í verk móti Føroyum sum skjótast, og tað hava vit eisini boðað frá, siga umboð fyri bretsku uppsjóvarvinnuna við norska IntraFish
Bretar ynskja handilsforðingar settar í verk móti Føroyum - ongantíð ov skjótt.
 
31.07.2013 - 14:44

Bretar boðaðu frá hesum á fundi í fiskivinnunevndini hjá ES í gjár.


Skotska Uppsjóvarfelagið fyri uppsjóvarframleiðarar, SPPA, sum umnboðar makrel- og sildaframleiðarar, og sum hevur tætt samstarv við uppsjóvarvinnuna í Onglandi, ynskja eisini tiltøk sett í verk móti Íslandi.


2.260 størv
- Umleið 2.260 størv eru í løtuni í makrelvinnuni á landi í Onglandi. Haraftrat koma fleiri hundrað fiskimenn umborð á nógvu skipunum, sigur McFadden, formaður í SPPA við IntraFish.


- Føroyingar og íslendingar hava nú í fleiri ár ósmædnir hækkað makrelkvotuna. Og samstundis noktað teir at samráðast við ES og Noreg, sum annars hava samstarvað um at tryggja burðardygga makrelveiðu í nógv ár. Hendan framferðin er ein verulig hóttan móti enskum arbeiðsplássum og móti búðskapinum í fleiri økjum í Onglandi, pláss, sum liva av silda- og makrelvinnuni, sigur McFadden.
Og hann sigur SSPA stuðla handilsforðingunum móti Føroyum av fullum huga.


- Jú fyrr, tiltøkini verða sett í verk, jú, betur, sigur hann við ensku útgávuna hjá norska IntraFish.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011