Telvararnir byrjaðu væl

Telvararnir byrjaðu væl
Føroyska talvlandsliðið vann í gjár ein greiðan 4-0 sigur á San Marino í sínum fyrsta dysti í talvolympiaduni í India.
Føroysku telvararnir undan dystinum ímóti San Marino í gjár
 
30.07.2022 - 11:06

Teir, sum mannaðu føroyska liðið í gjár, vóru Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard, meðan Luitjen Akselsson Apol sat yvir fyrsta umfarið.

Sigurin var væntaða úrslitið, tí Føroyar, sum eru styrkismettar sum nummar 60 av teimum 188 tjóðunum í talvolympiaduni, hava ofta áður vunnið á San Marino, sum er styrkimett sum nummar 154.

Í dag telva Føroyar ímóti Uzbekistan, sum er munandi sterkari mótstøða.

Á uzbekiska liðnum er millum annað heimsmeistarin í kviktalvi, Abdusattorov Nodirbek, sum telvar á fyrsta borði, og venjari og liðformaður er føroyavinurin, Ivan Sokolov.

Tilsamans eru ellivu umfør í talvolympiaduni, sum er í indiska býnum Chennai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328