300 fólk arbeiða eftir fast-track-skipanini

300 fólk arbeiða eftir fast-track-skipanini
Meira enn 90 arbeiðsgevarar eru undangóðkendir hjá Útlendingastovuni at brúka skipanina
Útlendingastovan undangóðkennir arbeiðsgevarar at brúka fast-trrack-skipanina.
 
01.08.2022 - 08:30

300 fólk hava fingið arbeiði í Føroyum eftir fast-track-skipanini, sum kom í gildi 18.november í fjør.

Meira enn 90 arbeiðsgevarar eru undangóðkendir hjá Útlendingastovuni at brúka skipanina.

Føroyar og Danmark gjørdu í fjør heyst avtalu um skipanina, sum er fyri fólk uttan fyri ES.

 

Markið er 3,5 prosent

Fast-track skipanin fer úr gildi, um arbeiðsloysið í Føroyum fer upp um 3,5 prosent.

Arbeiðsgevarar, sum vera undangóðkendir, skulu vátta, at útlendska arbeiðsmegin fær setanarbræv sambært føroyskari lóg, at lønin er sambært føroyskum sáttmála, og at arbeiðsumstøðurnar annars eru tær somu sum hjá føroyingum.

Fast-track-skipanin gevur føroyskum vinnulívi betri atgongd til útlendska arbeiðsmegi, styttir viðgerðartíðina og lættir munandi um umsitingina av arbeiðsloyvum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858