Streymtrot í Noregi

Streymtrot í Noregi
Stórtingið verður kanska kallað saman ótíð at viðgera álvarsligu støðuna
Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, hevur boðsent floksformonnunum til fundar í morgin ári at viðgera streymtrotið í Noregi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.08.2022 - 10:54

Trotið á streymi í summum pørtum av Noregi er so stórt, at Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, hevur boðsent formonnunum í politisku flokkunum til fundar í morgin ári at viðgera støðuna.

Eftir fundin við floksformenninar fer leiðslan í stórtinginum at taka støðu til, um stórtingið, sum er í summarfrí, skal kallast saman at viðgera álvarsligu kreppuna.

Tað váttar norska forsætisráðið fyri norskum miðlum.

Orsøkin til streymtrotið er, at áirnar, sum veita vatnorkuverkinunum har suðuri í Noregi vatn, eru tornaðar. Og júst hesi orkuverkini framleiða ein stóran part av øllum streyminum.

Úrslitið er, at streymprísurin er hækkaður nógv.

 

Bíligari streymur í Norðurnoregi

Har norðuri í landinum er støðan øðrvísi. Nógv vatn er í áunum, og streymprísurin er eisini nógv bíligari enn aðrastaðni í Noregi.

Men einki kaðalsamband er millum Suður- og Norðurnoreg, sum kundi tryggjað bíligari streymprís í økjum, sum eru meint rakt.

Ídnaðarfyritøkur hava eisini heitt á stjórnina um at finna eina skjóta loysn, tí vandi er fyri, at arbeiðspláss har suðuri í Noregi lata aftur.

Fyritøkurnar vilja hava búskaparligan stuðul til at gjalda dýra streymprísin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Christian Matras (2:2) - teknmálstulkað
202105
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051