Barsilsútgjaldið hækkar á nýggjárinum

Barsilsútgjaldið hækkar á nýggjárinum
Í 18 ár hevur hámarkið fyri barsilsútgjaldinum í Føroyum verið óbroytt. Men nú er ein broyting í hámarkinum á veg.
09.08.2022 - 14:58

Hámarkið fyri mánaðarligum útgjaldi úr Barsilsskipanini varð í 2004 lækkað til 25.000 kr. umframt eftirløn. Í tíðarskeiðnum frá 2004 til í dag eru lønirnar í Føroyum tó hækkaðar munandi, men hámarkið fyri barsilsútgjaldi er framvegis 25.000 kr. Hetta verður tó broytt í næstum. Hámarkið skal hækkast, segði løgmaður á ólavsøku, og í Vinnumálaráðnum eru tey farin í holt við arbeiðið.

Sambært tølum hjá Vinnumálaráðnum, fer tað at kosta Barsilsskipanini knappar seks milliónir krónur um árið, um hámarkið fyri útgjaldinum hækkar 2000kr um mánaðin. Ætlanin hjá landsstýrismanninum er, at inngjaldið ikki skal hækka, tí nóg mikið av peningini er væntandi í Barsilsgrunninum til at fíggja ætlaðu hækkingina.

Barsilsfarloyvið er í dag 52 vikur, og hetta verður ikki broytt, sigur Magnus Rasmussen.

Vinnuhúsið vil hava størri hækking

Tað eru fleiri, ið leingi hava eftirspurt eina broyting í barsilsútgjaldinum. Ein av teimum er stjórin í Vinnuhúsinum, sum umboðar privatu arbeiðsgevararnar.
Hámarkið hevur ikki fylgt við lønarlagnum í samfelagnum, tí er tað gleðiligt, at tað endiliga verður hækkað.

Allur bati bøtur, sigur Vinnuhúsið, men hækkingin hjá landsstýrismanninum í Vinnumálum kundi verið nakað hægri.

Vinnuhúsið hevur áður skotið upp, at ynskir man at hækka barsilsútgjaldið munandi, er ein møguligur fíggingarmøguleiki at stytta sjálva barsilstíðina.

Ikki øll fáa ágóðan

Sambært Magnusi Rasmussen er ætlanin, at einans foreldur, har barnið er føtt eftir at lógin er komin í gildi 1. januar 2023, fáa ágóðan av hækkaða hámarkinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533