Valstríðið í Danmark er longu byrjað

Valstríðið í Danmark er longu byrjað
Fólkatingsval skal vera í seinasta lagi 5. juni næsta ár, men kravboð frá Radikala flokkinum gera, at valið verður væntandi í heyst
Hóast valið ikki er útskrivað, eru fólkatingspolitikararnir longu farnir at reka valstríð.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.08.2022 - 17:58

Valstríðið í Danmark er longu byrjað, hóast fólkatingsvalið ikki er skrivað út enn.

Tað sigur Kaj Joensen, journalistur, sum fylgir væl við í donskum politikki.

Fólkatingsvalið skal vera í seinasta lagi vera 5. juni næsta ár, men soleiðis verður helst ikki. Radikali flokkurin, sum er stuðulsflokkur hjá stjórnini, heldur fast við, at Mette Frederiksen, forsætisráðharri, skal skriva út val í seinasta lagi 4. oktober, tá nýggja fólkatingsárið byrjar.

Flokkarnir á fólkatingi eru farnir at geva vallyftir, og tey, sum gera valplakatir, hava úr at gera. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

1542785

Kaj Joensen er tíðindamaður á Christiansborg. Her ger hann samrøðu við Edmund Joensen, fólkatingsmann, sum hevur boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
205299