Veitingarráðstevna í Danmark fyri Ukraina

bannari
Veitingarráðstevna í Danmark fyri Ukraina
24 lond eru í dag á einari veitingarráðstevnu í Danmark, ið hevur til endamáls at geva fíggjarliga og aðra hjálp til Ukraina í krígnum móti Russlandi
Morten Bødskov, danskur verjumálaráðharri, og Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
11.08.2022 - 10:38

Í dag er altjóða ráðstevna fyri Ukraina á Christiansborg. Danmark er vertur saman við Stórabretlandi og Ukraina. 

24 lond eru við á ráðstevnuni.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva fíggjarliga hjálp til Ukraina.

Londini, sum eru við á ráðstevnuni, fara at skifta orð um trý øki, sigur Morten Bødskov, danskur verjumálaráðharri. 

"Útflýggjan av vápnum, venjing av ukrainsku verjuni, og hjálp til at rudda minur. Tað eru tey  trý evnini, sum eg og fleiri enn 20 starvsfelagar fara at kjakast um á Christiansborg í dag," segði Morten Bødskov

 

Zelenskyj setti ráðstevnuna

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, setti ráðstevnuna. Danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, heldur, at tað hevur avgerandi týdning fyri ráðstevnuna, at ukrainski forsetin er við.

"Tað er ein heiður fyri Danmark og okkum, sum eru við á ráðstevnuni, at Zelenskyj er sinnaður at brúka tíð upp á at seta ráðstevnuna, ímeðan kríggið herjar. Hetta samskiftið er avgerandi," segði danski verjumálaráðharrin.

Zelenskyj ávaraði í síni talu um, at tað er vandi fyri einari kjarnorkuvanlukku sum henni í Tjernobyl í 1986. Ukrainski forsetin vísti á kjarnorkuverkið Zaporizjzja í Ukraina, sum liggur í krígsherjaða partinum av Ukraina.

"Vit mugu verja Evropa móti hesi hóttan," segði Volodymyr Zelenskyj umvegsi eina videoleinkju. 

 

Hoyr innslag frá Kaj Joensen av Christiansborg her:

1543063

 

Danmark letur 820 mió. kr. afturat

Í síni talu kallaði ukrainski forsetin enn einaferð Russland fyri ein yvirgangsstat og bað um meira vápn, lóður og fíggjarligan stuðul. 

Sambært Politiken, so fer Mette Frederiksen, forsætisráðharri, at lova 820 milliónir krónur aftrat í fíggjarligari hjálp til Ukraina, peningurin skal brúkast til vápn og venjing av herinum.

 

Londini, ið eru við, eru:

Norge, Svøríki, Ísland, Finnland, Lettland, Estland, Litava, Póland, Kekkia, Holland, Slovakia, Týskland, USA, Bulgaria, Rumenia, Japan, Avstralia, Ukraina, Stórabretland, Danmark, Frakland, Georgia, Nýsæland ogm Kanada.

Flestu londini hava sent verjumálaráðharrarnar til ráðstevnuna, men ikki øll londini. 

ES er eisini umboðað á ráðstevnuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045