Noktar seg sekan

Noktar seg sekan
24 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri morðroynd og álopið á rithøvundin Salman Rushdie, noktar seg sekan
Salman Rushdie
Mynd: Andrew Winning/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
14.08.2022 - 15:40

24 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri morðroynd og álopið á rithøvundin Salman Rushdie, noktar seg sekan.

Tað skrivar AP sambært Ritzau.

75 ára gamli Salman Rushdie bleiv fríggjadagin álopin av einum manni við knívi, tá ið hann helt fyrilestur í býnum Chautauqua í amerikanska statinum New York. Hann varð stungin fleiri ferðir, bæði í hálsin og búkin. 

Salman Rushdie hevur ligið í respiratori til í gjárkvøldið, men hevur ikki longur tørv á andingartóli og fær nú gingið og prátað. Tað skrivar the Guardian.

Rushdie fekk skaða í livrina, skorið nervar av í armi og er í vanda fyri at missa annað eygað av álopinum. Hann er enn innlagdur á sjúkrahúsi.

Salman Rushdie hevur livað við deyðshóttanum, síðani hann í 1988 gav út bókina "The Satanic Verses", "Tey satanisku ørindini", sum sambært nógvum muslimum háðar og spottar profetin Mohammed. 

Táverandi andaligi leiðarin í Iran, Ayatollah Khomeini, lýsti deyðadóm - eina sonevnda "fatwa" - yvir Rushdie. Og hann bjóðaði tríggjar milliónir dollarar til tann, sum megnaði at drepa Rushdie.

Líka síðani hevur Rushdie verið noyddur at fjala seg, og hann hevur livað eitt lív umgyrdur av trygdarfólki. 

Men til fyrilesturin í USA í fríggjadagin var ikki gjørt nógv burtur úr trygdini, siga millum annað áhoyrarar, sum bara vístu atgongumerki við dyrnar.

Eftir álopið fríggjadagin er áhugin fyri nógv umrøddu bókini hjá Salman Rushdie "tey satanisku ørindini" vaksin nógv. Hon liggur nummar 1 á bestseller-listanum hjá Saxo.com, og hjá Amazon liggur hon nummar 11.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Morgunlestur leygardagur 31.mai 2025
192277
Leygardag 31. mai
Upp á tá - 300525
192624
Fríggjadag 30. mai
Vikuskiftið 30. mei 2025
192617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. mai
Veðrið
192615
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491