Fáa ikki eftirnavnið hjá sammóðir

Fáa ikki eftirnavnið hjá sammóðir
Samkynd foreldur eru ikki javnsett við hinskynd, tá tað umræður, hvussu barnið skal eita.
22.08.2022 - 18:25

Hóast eitt hálvt ár er gingið síðani sammøður fingu fleiri rættindi, tí broytingar vórðu gjørdar í "lov om børns retstilling"- so eru enn snøklar í samband við lógina

17. auguast sendi Jógvan Fríðriksson, bispur, eitt bræv til allar sóknarprestar í Føroyum. 
Í brævinum ger hann greitt, at tað er ikki loyvi hjá sóknarprestum at broyta heiti hjá pápanum í kirkjubókini til sammóður ella samfaðir. Hetta merkir, at børn hjá samkyndum foreldrum kunnu í veruleikanum ikki skrásetast við eftirnavninum hjá sammóðir ella samfaðir.

Bispur skrivar í brævinum, at tað er Mentamálaráðið, sum er evsti myndugleikin at tulka ta kirkjuligu lóggávuna og enn eru eingi formlig boð givin leiðsluni í fólkirkjuni um at heitini faðir og móðir skulu skrásetast øðrvísi í kirkjubókini.
Leiðslan í fólkakirkjuni hevur vent sær til Mentamálaráðið fyri at spyrja um heitini kunnu broytast í kirkjubókini. Boðini vóru greið - heitini kunnu ikki broytast, tí lógarheimild er ikki til tess.

Í svari til fyrispurning frá Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður sum varar av navnalógini, at hugtakið sammóðir var ikki partur av familjurættarligu lóggávuni, tá ið navnalógin varð samtykt, og tí nevnir navnalógin ikki sammøður, tá ið hon nevnir foreldraheitini faðir og móðir. Kortini metir Umhvørvis- og vinnumálaráðið, at sammøður sum foreldur sambært familjurættarligu lóggávuni kunnu javnsetast við møður og fedrar í mun til endamálið við í navnalógini. 

Tískil hava samkynd foreldur somu rættindi sum hinskynd foreldur, tá tað kemur til skráseting og val av navni til børn teirra. Hetta staðfestir umhvørvis og vinnumálaráðið, sum sigur seg hava tulkingarrætt í hesum málinum.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375