- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jon Hestoy gevst í ÍSF
24.08.2022 - 13:39
Aktuelt›Samfelag
Jon Hestoy gevst í ÍSF
Tríggir nýggir limir vóru valdir í starvsnevndina á eykaaðalfundi í gjár

Jon Hestoy hevur verið ein eldsál í føroyskum ítrótti, sigur ÍSF, nú hann er givin í starvsnevndini.
Mynd: ÍSF.
Jon Hestoy hevur nú lagt frá sær í starvsnevndini Ítróttarsambandi Føroya.
Tað skrivar ÍSF.
Jon Hestoy hevur verið varaforseti í tey seks árini, hann hevur verið í starvsnevndini hjá ÍSF.
ÍSF hevði eykaaðalfund í gjár, har einasta mál á skránni var nevndarval.
Tríggir nýggir limir
Tríggir nýggir limir skuldu veljast í nevndina, tí umframt Jon Hestoy, sum legði frá sær, stóðu sessirnir hjá Schandorff Vang og Sigurdi Rasmussen fyri vali.
Fyri teir tríggjar komu Anna-Maria Toftegaard, Magnus Tausen og Kerstin Laksáfoss í starvsnevndina.
Hesi koma aftrat John Kjær og Elin Heðisdóttir Joensen, sum er forseti í Ítróttarsambandinum.
Nevndin skipar seg seinni í mánaðinum. Tó er ÍSF-forsetin beinleðis valdur.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV