Selja fyri meira enn vit keypa

Selja fyri meira enn vit keypa
Føroya útflyta fyri hálva triðju milliard meira enn Føroyar innflyta fyri 
Bilinnflutningurin er minkaður 150 mió. kr.
 
20.05.2025 - 07:06

Føroya útflyta fyri hálva triðju milliard meira enn Føroyar innflyta fyri. 

Frá apríl í fjør til mars í ár var innflutt fyri góðar 10 milliardir krónur.

Útflutningurin var 12,5 milliardir krónur, skrivar Hagstovan.

Og innflutningurin var 10,5 prosent minni enn hann var frá apríl 2023 til mars í fjør. 

Útflutningurin var tann sami.

Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 294 milliónir krónur, bæði tí prísur og nøgd eru minkað.

Minni fiskur er innfluttur til fiskavirkini at virka.

Og færri skip og færri akfør eru innflutt.

Vit innflyta nú minni úr USA og meira úr Kina.

Einki bendir tó á, at innflutningurin seinastu mánaðirnar er ávirkaður av politisku umstøðunum í USA, skrivar Hagstovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815