Javnstøða og ferðavinna í Útnorðurráðnum

Javnstøða og ferðavinna í Útnorðurráðnum
Útnorðurráðið hevur havt ársfund í Nuuk
Føroyska sendinevndin á ársfundinum hjá Útnorðurráðnum í Nuuk.
 
01.09.2022 - 09:17

Javnstøða í Útnorðri var á skránni hjá Útnorðurráðnum í gjár.

Útnorðurráðið samtykti eitt íslendskt uppskot um, at landsstýrisfólkini og ráðharrin, sum umsita javnstøðu, hittast næsta ár.

Eitt føroyskt uppskot um ferðavinnu og náttúru var eisini samtykt.

 

Atkvøðugreiðsla í Útnorðurráðnum. (Mynd: Vestnordisk.is)

 

Gera frágreiðing

Heitt verður á landsstýrini og stjórnina um at gera ein frágreiðing um, hvussu tey trý londini gera við ferðavinnu og náttúru.

Nú hevur Ísland formansskapin í Útnorðurráðnum.

Steinunn Þóra Árnadóttir er forkvinna, Edva Jacobsen fyrra næstforkvinna og Kim Kielsen seinni næstformaður.

38.ársfundurin hjá Útnorðurráðnum var í Nuuk týsdagin og mikudagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025