- Tíðindi, mentan og ítróttur
11 vilja vera Brúkaraumboð
11 vilja vera Brúkaraumboð
Starvið skal setast 1.oktober, ella skjótast eftir tað

Rannvá Ragnarsdóttir hevur verið Brúkaraumboð síðani 2012. Hon fer nú aftur í starv á Dómaraskrivstovuni.
06.09.2022 - 09:28
11 umsóknir eru til starvið sum Brúkaraumboð, átta menn og tríggjar kvinnur.
Freistin at søkja fór í gjár.
Starvið skal setast 1.oktober, ella skjótast eftir tað. Starvið sum Brúkaraumboð er sett í fimm ár í senn.
Rannvá Ragnarsdóttir hevur verið Brúkaraumboð síðani 1.september í 2012.
Hon fer nú aftur í starv á Dómaraskrivstovuni.
Lógin um Brúkaraumboðið kom í 2009.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























