Kári P. Højgaard og samgongan kippa fólkaræðið

Kári P. Højgaard og samgongan kippa fólkaræðið
Øssur Winthereig, journalistur, sigur á bloggi sínum, at Kári P. Højgaard nú fyri aðru ferð roynir at seta vanliga fólkaræðið til viks, hesa ferð í málinum um Eysturoyartunnilin
Kári P. Højgaard og samgongan sjúgva demokratisku rættindi føroyinga til viks, sigur Øssur Winghereig, journalistur.
 
09.08.2013 - 16:28

Á winthereig.blogspot.com sigur Øssur Winthereig, at fyrru ferð, Kári P. Højgaard setti fólkaræðið til viks, var tá, hann hurraði hoyringsfreistina hjá borgarunum niður í nakrar fáar dagar, tá ferð skuldu setast á byggingina hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

“Tað var rein skerjing av einum demokratiskum rætti, sum borgarin hevði."
Kári P. Højgaard og hendan samgongan skerdu hendan demokratiska rættin fyri at tekkjast eini privatari fyritøku. So máttu borgararnir lúta,” sigur Øssur Winthereig.

Og so hendir tað aftur
Á blogginum hjá sær skrivar Øssur Winthereig, at nú ætlar Kári P. Højgaard aftur at skerja demokratisku rættindini í Føroyum.

“Í lógaruppskotinum um einkarætt at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð, eru enn størri demokratisk rættindi upp á spæl,” sigur hann.

Hann vísir á, at lógin um alment innlit í fyrisitingina er ein trygd hjá borgarunum at fylgja við, hvussu almenna fyrisitingin skikkar sær.

“Nú ætla Kári P. Højgaard og samgongan at seta hesa lógina úr gildi, tá tað snýr seg um tunnilsverkætlanina millum Eysturoy og Streymoy. Og eina ferð enn fyri at tekkjast eini privatari fyritøku.”

Í uppskotinum hjá Kára P. Højgaard stendur:

"§ 15 a. Fram til 6 mánaðir aftaná, at tunnilin er tikin í nýtslu, er avtalan um einkarætt ikki fevnd av løgtingslóg um innlit í fyrisitingina.”

“Hetta er eitt beinleiðis álop á okkara demokratisku rættindi.
Vit mugu steðga hesum álopi: At løgtingið bara kann seta úr gildi demokratisk rættindi, sum part av eini lóg um ein tunnil,” sigur Øssur Winthereig.

Føroysk miðlafólk, fakfeløg og onnur
Spurdur, hvat hann mælir til at gera, fyri at steðga hesum, sigur Øssur Winthereig við heimasíðuna hjá Kringvarpinum:

“Eg haldi, at felagið Føroysk Miðlafólk áttu at tikið málið upp. Hetta átti eisini havt áhuga hjá løgtingsins umboðsmanni, og fakfeløgini áttu eisini at víst hesum áhuga. Tað er undrunarvert, at t.d. fíggjarlig donsk áhugamál brádliga skulu kunna skerja demokratiska rættinum hjá føroyingum,” heldur Øssur Winthereig, journalistur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Andarblak 10. apríl 2025 - Kórsangur
190564
Hósdag 10. apríl
Eitt korter við jazzi 10. apríl 2025
190554
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Hósdag 10. apríl
Morgunlestur hósdagur 10.apríl 2025
190386
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450