12 milliónir fyri 100 metrar av á

12 milliónir fyri 100 metrar av á
Arbeiðið at lata Havnará upp aftur byrjaði í dag. Men tað eru ikki øll, ið halda, at tað er rætt at nýta 12 milliónir krónur til eina tílíka verkætlan at fríðka um miðbýin
13.09.2022 - 17:57

Talan er um umleið 100 metrar av á oman á Havnará, sum skulu latast upp frá Betri Banka oman til standmyndina av Rasmus Effersøe.

Men ikki allir havnaborgarar gleðast um verkætlanina.

Av teimum 13 býráðspolitikarunum í Tórshavnar kommunu, var ein, ið ikki atkvøddi fyri. Tað var Elsa Berg.

Elsa Berg heldur, at 12 milliónir krónur høvdu rokkið langt aðrastaðni, millum annað til ein dagstovn á Argjahamri.

Formaðurin í Byggi- og býarskipanarnevndini, Tróndur Sigurðsson, heldur tó, at hetta er ein góð ætlan og vísir á, at kommunan eisini raðfestir dagstovnaøkið.


Zeta

Tríggir arbeiðstakarar vóru bodnir at geva tilboð uppá verkætlanina. J&K Petersen átti lægsta tilboðið. Hinar báðar byggifyritøkurnar, sum bjóðaðu, vóru Húsavarðartænastan og Articon.

Tað eru Zeta Architects, sum hava gjørt uppskotið, har arbeitt verður við teimum trimum hugtøkunum botnur, áarbakki og vatn.

Byggingin fer fram í trimum stigum - fyrsta stigið verður liðugt til jóla.

Restin av arbeiðnum verður gjørt komandi ár í tveimum stigum, soleiðis at tað ikki órógvar høgtíðir og ólavsøku, skrivar kommunan.

Samlaði kostnaðurin, fyri at fáa eina á at renna gjøgnum gjøgnum miðbýin í Havn, er mettur til 12 milliónir krónur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306