Umvæla og útbyggja skúlan á Kambsdali

Umvæla og útbyggja skúlan á Kambsdali
Løgtingið hevur játtað 71 mió. kr. til arbeiðið
Miðnámsskúlin á Kambsdali skal bæði umvælast og útbyggjast.
Mynd: Landsverk.  
 
16.09.2022 - 08:07

Nú skal Miðnámsskúlin á Kambsdali umvælast og útbyggjast.

Høvuðsarbeiðstøkan er boðin út.

Ætlanin er at víðka og betra umstøðurnar hjá næmingum og lærarum. Stovur skulu gerast til alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði og landafrøði. 

Nýggj samkomuhøll og dagførdur køkur skulu eisini gerast. 

Freistin at bjóða er til 7.november kl.14.00.

Løgtingið hevur játtað 71 mió. kr. til arbeiðið.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360