DAT flýgur við grønari orku í 2025

DAT flýgur við grønari orku í 2025
Stjórin í flogfelagnum, Danish Air Transport, sigur, at tað er ikki ómøguligt, at flogfelagið fer at brúka grøna orku burturav í 2030
DAT flýgur innanríkisrutur úr Keypmannahavn til Bornholm, Aalborg, Billund og Karup.
 
21.09.2022 - 10:45

Flogfelagið Danish Air Transport (DAT) ætlar at flúgva við flogførum, sum verða rikin við grønari orku, longu í 2025.

Flogfelagið flýgur innanríkisrutur úr Keypmannahavn til Bornholm, Aalborg, Billund og Karup.

Danska stjórnin hevur boðað  frá eini ætlan, sum skal stuðla menningini av flogførum, ið flúgva við grønari orku, longu 2025.

DAT gjørdi skjótt av og segði,  at teir ætla at flúgva grønt í 2025, skrivar DR.

 

Brúka vetni

Jesper Rungholm, stjóri í DAT, sigur, at flogfelagið kann hava hesi nýggju flogførini á flogi í 2025, og at tað er ikki ómøguligt, at DAT kann flúgva við 100 prosnt við grønari orku longu í 2030.

Ætlanin er, at flogfarið skal flúgva við vetni.

DAT samstarvar við eitt danskt og eitt franskt-amerikanskt felag um ætlanina. Hesi feløgini arbeiða serliga við vetnispartinum.

Ætlanin er at umbyggja eitt av verandi flogførum, so tað kann nýta vetni.

Eisini SAS hevur ætlanir um flogfør, sum brúka grøna orku. Tey hava bílagt el-rikin flogfør at flúgva styttri teinar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229